Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er ymiskt hvussu politikarar marknaðarføra seg sjálvar.

Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Høgni Hoydal, hevur framstillað seg sjálvan sum ein, ið ongantíð ger nakað skeivt, ongantíð hevur krógvaða dagsskrá og altíð er reiðiligur í øllum hann tekst við.

Hetta hevur hann dugað einastandandi væl, ja, so væl, at flest øll hava trúð, at so er.

Hóast hansara politiska handverk mangan er sera vánaligt, hava fólk ta fatan, at hann avrikar politiskt.

Hann verður av fjølmiðlunum, serliga KVF, tikin fyri fult, tá hann tosar um tey stóru politisku avrikini.

Seinastu tíðina hevur landsstýrismaðurin ferðast kring landið við einum lógaruppskoti um burðardygga ferðavinnu, har hann hevur roynt at sannført bøndur um, at teir ikki eru eigarar, men bara brúkarar av jørðini í Føroyum.

Sum tað frættist frá fundunum, so er tað bara landsstýrismaðurin, sum skilir og veit, hvat stendur í uppskotinum.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at bøndur skulu hava framíhjárætt at reka ferðavinnu á økinum hjá sær sjálvum, men vil geva øllum atgongd til jørðina hjá bóndunum at reka ferðavinnu.

Tað hevur undrað fleiri, at landsstýrismaðurin hevur lagt so nógv fyri, tí tað er eingin, uttan møguliga landsstýrismaðurin sjálvur, sum trýr, at bøndur taka undir við, at øll rættindir, ja, sjálvt grundlógartryggjaði ognarrætturin, skulu takast frá teimum.

Nú er so komið fram, at landsstýrismaðurin sjálvur er virkin í ferðavinnuni.

Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum eigur ein triðing í Sp/F Boattours.fo, sum m.a. rekur virksemi innan ferðavinnu, við einum marglætisbáti.

Hevur landsstýrismaðurin tikið tað óvanliga stigið, at fara á kunningarferð kring landið, av persónligum áhugamálum, eru tað fleiri sum spyrja.

Landsstýrismaðurin hevur ikki kunnað nakran um, at hann er virkin í ferðavinnuni.

Hann hevur tvørtur ímóti boðað løgmanni frá, at hann einki “egið virki” hevur og eingi “vinnulig áhugamál” hevur.

Tað er einki ólógligt í at stovna eitt smápartafelag og keypa ein marglætisbát, so tað slepst undan at rinda meirvirðisgjald til landskassan, og so brúka bátin til ferðavinnu, men tað átti landsstýrismaðurin at upplýst.

KVF hevur ikki nevnt hetta álvarsmál við einum orði.

Landsstýrismaðurin, sum altíð er “reiðiligur í øllum hann tekst við”, sleppur undan.

KVF vónar nokk at málið verður tagt burtur.

Men verður KVF noytt at taka málið upp - tað hevði verið løgið annað - so hava KVF og landsstýrismaðurin havt møguleika at fyrireika tær vanligu verjurøðurnar.

Løgmaður hevur heldur ikki latið við seg koma.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo