Heilsumálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin at røða til aðalfundin hjá Læknafelag Føroya leygardagin í síðstu viku. Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað soleiðis:
“Tit læknar eiga ein ógvuliga sentralan leiklut í menningini av okkara heilsuverkið komandi árini. Tað er mín væntan og vón, at tit í framtíðini, nú eins og áður, átaka tykkum leiklutin sum viðleikarar og geva tykkara fakliga íkast til tað, sum vit øll stremba eftir: At vit framhaldandi tryggja, at okkara heilsuverk mennist til gagns fyri allar borgarar í Føroyum.”
Øll røðan kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo