FSF: Borðfótbóltur, “Subsoccer”, kappingar, góðir vinningar, laksur frá Bakkafrost, ókeypis plakat av landsliðnum og søla av landsliðsklæðum er nakað av tí, ið verður á Torginum í SMS leygardagin 12. oktober.
Tiltakið byrjar longu klokkan 10, tá møguleiki verður at royna ymisk fótbóltsspøl, og frá klokkan 12 til 14 verður skipað fyri kappingum í borðfótbólti og í “Subsoccer”.
At vinna vera signeraðar landsliðstroyggjur, og tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku framman undan. Tilmelding fer nevniliga fram á staðnum, og øll eru vælkomin at luttaka.
Harafturat fer Sushi Dayli at borreiða við ókeypis laksi frá Bakkafrost, og frá klokkan 15 til 16 koma landsliðsspælararnir at skriva autografar.
Á Torginum hendan dagin verður eisini møguligt at keypa ymisk landsliðsklæðir, umframt at møguleiki verður at ogna sær eina ókeypis plakat av landsliðshópinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo