Bakkafrost: ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrost í Vági (aliøki A-19). Í alt eru umleið 1 millión fiskar í aliøkinum við eini miðalvekt á 2,6 kilo.
ILA-tilbúgvingin er alt fyri eitt sett í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing. Sambært galdandi kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA verða ringarnir, har ILA er staðfest, tiknir sum skjótast og í seinasta lagi 14 dagar seinni. Restina av fiskinum á aliøkinum skal takast í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at ILA er staðfest.
Framskundaða tøkan fer væntandi at minka um samlaðu tøkuna fyri 2024 hjá Bakkafrost við 2.000-3.000 tonsum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo