Í hesum døgum hava fleiri danskir miðlar skrivað, at ein fyrrverandi superligaleikari er tikin og varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Hóast talan ikki er um navnaforboð, nevna donsku miðlarnir ikki navnið á fótbóltsleikaranum.
Bæði Ekstrabladet og Se og Hør umtala málið, men vilja av pressuetiskum orsøkum ikki skriva hvør persónurin er.
“Eingin er sekur áðrenn dómur er fallin”, verður vanliga sagt.
Men KVF hevur aðra fatan og hevur umtalað sama tilburð og navngivið persónin.
Sostatt má metast, at Se og Hør og Ekstrabladet, ið vanliga ikki teljast millum teir hampiligu miðlarnar, seta sær sjálvum hægri pressuetisk krøv enn okkara Public Service stovnur KVF… sum í hesum málinum tykist at ganga í fótasporunum hjá Frihedsbrevet.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo