Kúrberg, sum er við Hoyvík er lopið. Og har ein skriðan er lopin er onnur væntandi, sum orðatakið sigur.
Tórshavnar Sløkkilið ávarar fólk til gongu ímóti at fara har, tí tað kann leypa meira.
- Um tú hevur spurningar, ella leggur tú merki til nakað óvanligt í økinum, vinarliga set teg í samband við Tórshavnar Sløkkilið, tel. 30 21 00, sigur Sløkkiliðið á netinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo