Petur Petersen, sendimaður, skrivar: - Tørvur er av og á, at greiða nærri frá ymsum viðurskiftum, sum fara fram í Ísrael, ið kunnu hava áhuga í Føroyum. Ísrael er á ymsum økjum annarleiðis enn tey lond, sum vit vanliga samanbera okkum við og har vit hava sendistovur. Sendistovan hevur sett sær fyri, at kunna um hesi viðurskifti. Hetta er fyrsta kunningarrit, sum kemur frá Sendistovu Føroya í Ísrael og hava vit valt at leggja dent á tey viðurskifti, sum vit halda er mest viðkomandi.
- Tað, sum sermerkir Ísrael er, at hóast tað búgva út við 10 mió. fólk, so verður heimamarknaðurin mettur at verða ov lítil. Møguleikarnir fyri at kunna útflyta til grannalondini er eisini avmarkaður, tí samhandilin við tey hava sínar serligu avbjóðingar. Tí er vinnan og innovatiónsumhvørvið sera tilvitað um, at marknaðurin er oftani fyrst og fremst uttanfyri Ísrael. Tí eru ísraelskar fyritøkur og innovatiónsumhvørvi lætt at samskifta við og hevur góðar eginleikar at skilja støðuna og møguleikarnir uttanfyri Ísrael. Tað er har teirra gerandisdagur er.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo