Ein 62 ára gamal týskari er koppsettur 217 ferðir móti koronu.
Tað skrivar BBC.
Og tað hevur fingið bæði læknavísindina og myndugleikarnar til at fáa samband við týska mannin.
»Vit hoyrdu um málið via miðlarnar,« sigur Kilian Schober frá universitetinum Erlangen-Nüremberg.
Granskararnir settu seg í samband við mannin og spurdu um teir kundu gera ymiskar kanningar og tí hevði hann einki ímóti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo