Helst komandi amerikanski verjumálaráðharrin, tann 44 ára gamli krígsveteranurin Pete Hegseth, hevur verið til hoyring í kongressini, sum skal endaliga góðkenna hann sum nýggjan verjumálaráðharra.
Har varð hann "grillaður" í fleiri tímar og ein av spurningunum varð um eina møguliga innrás í Grønlandi. Tað var demokratiski senatorurin úr Hawaii, Mazie Hirono, sum spurdi.
Pete Hegseth vildi hvørki siga ja ella nei, men svaraði nakað soleiðis:
- Eitt sum Trump forseti dugir sera væl, er ongantíð at avdúka sínar ætlanir. Tí fari eg heldur ikki, í hesi almennu samlingini, at siga nakað um, so ella so, hvussu eg fari at reagera uppá eini boð frá forsetanum í eini givnari støðu, segði Pete Hegseth.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo