SAMTAK: Ymiskt er, hvussu skattalættar, stuðulsskipanir og avgjøld raka. Hjá einum stakum uppihaldara við trimum børnum, sum hevur eina ársinntøku á 240.000 kr ella 20.000 kr um mánaðin verður talan um minus 2863 kr um mánaðin í 2024 í mun til nú.
Orsøkin til hetta minus er:
• Hækkaða familjuískoytið á 750 kr fyri hvørt barn um mánaðin fer úr gildi 31. des. 2023 (Lóg um familjuískoyti § 2.d.)
• Hjálparískoyti á 12.000 kr fer úr gildi (Lóg um familjuískoyti § 2.c og § 8 a. stk3)
• Skattaumleggingin hevur hægri avgjøld við sær á olju, bensin, diesel og tungolju. Hetta sæst aftur í hægri streym-, olju- og diesel og bensinprísi: Í hesum húskinum verður roknað við eini lágari nýtslu og eini samlaðari hækking á 153 kr um mánaðin ella kr 1.836 kr um árið. (Hetta er í samband við orkuavgjøld í skattaumleggingini, og verður galdandi frá 1. jan 2024)
Henda familjan fær í 2024 skattalætta og orkuískoyti:
• Skattalættin gevur einum við inntøku á 240.000/árið 1400 kr um árið ella 116,67 kr um mánaðin (skattaumlegging, uppskot er í løgtinginum og verður hetta eftir ætlan galdandi frá 1. jan 2024)
• Orkuískoyti til inntøkur niðanfyri 300.000 kr á kr 5000 um árið ella 416,67 um mánaðin (ísv skattaumlegging verður orkuískoyti veitt í lógini um familjuískoyti. Hetta er í løgtinginum og verður eftir ætlan galdandi í 2024)
*At kringvarpsgjaldið helst fer at hækka við 13 kr um mánaðin ella 156 kr um árið er ikki tikið við í roknistykkið (uppskot um hægri kvf-gjald hevur verið til hoyringar)
**At egingjaldið á heilivági hækkar 1. jan. 2024 er ikki tikið við í roknistykkið (uppskot er í løgtinginum)
1 dag siden
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo