Almennur pallborðsfundur verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 27. apríl 2017 kl. 19.30 og yvirskriftin er:
Klókar hendur og kvik høvd er okkara tilfeingi
Hetta er pallur fyri øll handverksáhugaði – tað verður varpað ljós á handverkið, og um tað hevur týdning fyri hin einsataka og fyri samfelagið, at fólk duga handverk, og hví skulu vit varðveita gamla siðaarvin?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum pallborðið fer at seta orð á og áhoyrararnir hava møguleika at seta spurningar til pallborðsluttakararnar.
Tey, sum manna pallborðið eru:
Orðstýrari Solby A. Christiansdóttir, tíðindafólk
Guðrið Poulsen, leirlistakvinna
Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins og miðnámsskúlalærari
Bjartur Larsen, grótlaðari
Karolina Matras, Cand.Pæd Psyk, Námslektari í sálarfrøði, mál- og lesimenning
Marita Rasmussen, stjóri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjóri, yrkisrættað niðnám
Torfinn Nón, byggifrøðingur og snikkari
Martin Kúrberg, rúsevnisráðgevi
Tað er Bindifestivalurin, sum skipar fyri pallborðinum og hølið letur upp kl 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo