Limirnir í bólkinum eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Eivør, Afenginn og Teitur.
Sprottin úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur, skapa hesir tónleika-úrmælingar eitt egið rúm,
har tey við nærlagni rannsaka hvønn krók. Tónleikurin og føroysku tekstirnir bjóða lurtarinum inn í eina estetiska verð, har tú hevur tíð at drukna.
Konsertirnar í Føroyum eru í samband við at bókin “…Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini” kemur út.
Hendan bók er nevniliga eitt úrslit av tí granskingar arbeiði, sum varð gjørt tá bólkurin skapti tónleikin til frumútgavuna “…eftir”.
“…eftir”, sum vann ein FMA sum besta útgáva í 2023 í opnum bólki, er grundað á forteljingar um Føroyingahavnina í Grønlandi. Um hvussu føroyskir sjómenn fóru heimanífrá, tvørturum Norðuratlantshavið til hesa fjarskotnu fiskaríhavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo