Helst kemur nú rættlag á flogferðsluna, eftir at mjørki hevur darvað henni seinastu dagarnar.
Fyrsta flogfarið hevur júst sett seg og sambært yvirlitinum hjá Vága floghavn koma 11 flogfør í dag og 10 fara.
Tað hevur verið óvanliga nógvur mjørki ikki bara í Vágum, men at kalla kring alt landið seinastu dagarnar, og tí hava nógv 100 ferðafólk verið veðurføst ímeðan tey hava bíðað eftir betri floglíkindum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo