Klaksvíkar Rotary Klubbi: Jarðskjálvtin í Turkalandi og Sýria hevur sum kunnugt kravt meira enn 10.000 mannalív umframt at milliónir av fólki hava mist alt.
Stórur tørvur er tí á hjálp til fólkið í jarðskjálvta raktu økjunum, og Klaksvíkar Rotary klubbi hevur tí veitt fíggjarligan stuðul at hjálpa teim neyðstøddu.
Hetta er gjørt saman við øðrum europeiskum rotary klubbum, sum senda lívskistlar til Turkaland og Sýria í samstarvi við felagskapin “The International Medical Corps”
LÍVKISTILIN TIL VATN er ætlaður til eina vanlukkurakta familju við fimm fólkum, ið hava mist bæði bústað og ognir.
Vatnreinsanartólið hevur fyrstu raðfesting, av tí at hetta kann forða fyri bruna úr vatni. Ì kistlinum eru eisini kókiútgerð, knívar, gaflar og skeiðir, borðiskar, køksamboð og krúss, nakað av amboðum, tilbindingartilfar, og aðrir lutir til reinføri og útgerð, ið kann veita fyribils, neyðugt skýli.
- Vit meta tað sum eina av okkara uppgávum at veita hjálp, tá tørvur er á hesum í slíkum vanlukkustøðum. Seinasta árið hava vit sent lívskistlar til Ukraina og Polen, umframt at vit eisini hava stuðla flutningi av streym - generatorum til Kyiv í vetur, sigur Eirikur á Húsamørk, forseti í Klaksvíkar Rotary Klubba.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo