Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Føroyar hava ment sína egnu tíðarhóskandi kjarnorkutilbúgving, soleiðis at vit nú eru til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum í Føroyum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum.

Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir. Við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur.

“Tað er merkisvert, at tað hevur eydnast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð eftir so stuttari tíð”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

“Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum,” leggur landsstýrismaðurin afturat.

Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur – sokallaðar “probur” – og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi. Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo