Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at altjóða samfelagið eigur at køla støðuna í Ukraina niður mest møguligt og fáa í lag dialog millum partarnar.
Tað segði Xi, tá hann mánadagin hitti ungarska forsetan, Viktor Orban, í Beijing, skriva kinesiskir almennir miðlar.
Hann segði eisini, at heimsins stórveldi mugu brúka positiva orku, og ikki negativa, um tað skal skapast ein varislig vón um vápnahvíld í Ukraina, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo