Fyrrapartin avgreiddu 5 kavarar endaligu royndina, í samband við grundútbúgving teirra innan vinnukaving. Grundútbúgvingin gevur kavarunum møguleika, at arbeiða sum lættir vinnukavarar niður á 30 metra dýpi.
Tað er eftirspurningur eftir kavarunum og fleiri av kavarunum hava longu fingið bjóðað arbeiði. Flestu av teimum, ið hava prógv sum lættir kavarar arbeiða innan alivinnuna.
Á myndini síggja vit kavarar saman við lærara og próvdómara eftir seinastu royndina. Frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærara, John Villi W. Leo, Allan Jacobsen, Andreas Dam Poulsen, Helga Jacobsen, Torkil Dalsgaard og Høgna Kjeld, próvdómara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo