Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tíðliga í mei mánaði komu boðini um, at Karen var funnin slóknað  við tendraðari náttlampu í sínum býli í Hellerup.

Karen  var fødd í Klakksvík tann  15. december 1941.   Pápi hennara, Vagn Stærmose var ættaður úr Nyborg og kom í 1939, beint fyri Kríggið, sum ungur  lækni til Klakksvíkar. Mamma Karen æt Helena og  var dóttir tann kenda skúlastjóran og komponistin Alexander Enniberg, sum var  ættaður av Viðareiði. Enniberg gjørdi  m.a. løgini til "Móðurland vil eg teg kalla" og "Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær".

Stærmose var sera væl lýddur sum lækni í øllum Norðuroyggjum. - Hann imponeraði eisini klakksvíkingar við sínum stásiliga og stóra bili. - Tað vóru rættiliga fáir privatbilar í bygdini tá.  - Hann doyði knappliga  av sjúku sum 40 ára gamal í 1949.

Eftir tað flyttu  Helena & Karen eitt stutt skeið  til Skotlands, og har konverteraðu møðgurnar til katolicismuna, sum Karen helt fast við restina av sínari ævi.

Tær komu aftur til Føroya tíðliga  í 1950´unum og settu seg niður í Lucas Debesargøtu í Havn, har Karen stutt eftir fór í realskúlan, sum bara  lá eitt steinkast haðani, hon búði. Men við tað, at tær hoyrdu til ta katólsku meinigheitina, vitjaðu tær eisini nógv hjá Franciskanarasystrunum, sum høvdu skúla og ymisk frítíðar-tiltøk fyri børn og hálvvaksin í  tí sama grannalagnum, har Karen búði.

Í 1958   tók Karen realprógv í Havn og tvey ár seinni gjørdist hon studentur á VBV við Skansavegin, har "Løgtingsins studentaskeið" helt til tá í tíðini.

Hon fór sama summarið  til Kjøpinhavnar  at lesa. - Har búði hon á Eysturbrúgv í  tí hábærsliga Domus Medica, sum var eitt kollegium fyri lesandi, sum høvdu læknaforeldur.

Mamma hennara flytti nøkur ár seinni niður til Kjøpinhavnar og búsettist restina av sínum lívi í tí norðara partinum av Megin-Kjøpinhavn. Møðgurnar búðu ikki saman, men sóust ofta. Helena doyði í 1996 sum 79 ára gomul og bleiv grivin á kirkjugarðinum í Hellerup, skamt frá Karens-býli.

Karen  las eina tíð  til lækna, men so valdi hon heldur at gerast læknaskrivari, og meðan hon arbeiddi í hesum faki um dagin, las hon um kvøldið til lærara á tí legendarisku "lærarafabrikkini", Københavns  aftenseminarium í Ballerup.

Hon starvaðist sum lærari eina tíð, men kom miðskeiðis í 1960-unum í samband við Danmarkar Sjónvarp, har hon skjótt  fekk høvi og hug til at arbeiða við pedagogiskari TV-framleiðslu. Hon gjørdist fyrst producara-assistentur, og seinni bleiv hon sjálvstøðugur framleiðari av TV-produktiónum. Millum nógvar aðrar krevjandi uppgávur arbeiddi hon í fleiri ár við tí dagligu TV-avísini hjá DR 1.

Um tað mundið var hon so køn í TV-fakinum, at Tað føroyska Sjónvarpið sendi boð eftir henni og "lænti" hana eina tíð, tá ið teir fóru í holt við sínar regluligu sendingar í 1980´unum.

Karen  var arbeiðssom, dugnalig, skemtingarsom, sanguinsk av lyndi og sera avhildin av kollegum!

Men tær stóru teknisku broytingarnar í 1990´unum og tær hvøssu rationaliseringarnar av TV-manningini førdu til, at  arbeiðsumstøðurnar hjá producarum í DR gjørdust heilt øðrvísi og hartil strævnari. Sjálvt innihaldið í producara-fakinum  broyttist fundamentalt.

Tað hóvaði avgjørt ikki Karen, sum longu stutt eftir aldarskiftið skifti deild í DR og fór at starvast við arkiveringsarbeiði heldur enn beinleiðis TV-framleiðslu.

Hon legði kortini ikki endaliga frá sær fyrr enn í 2009, tá ið hon lat seg pensionera sum 67 ára gomul.

Men Karen dugdi illa at binda frið, so í síni pensionistatilveru fekk hon sær aftur starv sum læknaskrivari á Bispebjerg hospitali í nøkur ár.

TANN SOCIALA TILVERAN
Karen hevði ikki nógva familju í Føroyum, tí bæði hon og mamman vóru einkarbørn, men hon hevði kortini samband við  sínar trímenningar. sum hon vitjaði hvørja ferð, hon var í Føroyum.

Í Danmark hevði hon á svørðsíðu fleiri systkinnabørn og eisini aðra familju. - Tí  var hon sjálvandi ofta  saman við ættarfólkinum hjá pápanum.

Hon gloymdi kortini ikki Føroyar og sínar føroysku kenningar. Tær ferðir, hon ferðaðist til Føroya, hitti  hon bæði skyldfólk, skúlavinir og tær trúføstu nonnurnar í  Varðagøtu, har hon luttók dúgliga í messuhaldi og øðrum fundum.

Hon varðveitti dúgliga sambandið við tann katólska trúarbólkin í Havn og sendi viðhvørt kvøður og tinganest til nonnur og aðrar limir av tí katólska bólkinum í Havn, tá ið "rundir" fø'lsdagar ella aðrir merkisdagar komu fyri.

Ein stóran part av síni donsku frítíð brúkti Karen eisini sum sjálvboðin arbeiðsmegi og kirkjugangari í  tí katólsku Skt. Theresu kirkjuni  á Bernstorffsvegi í Hellerup. Karen búði heilt nær við kirkjuna og vitjaði hana ofta, bæði í  religiøsum og praktiskum  ørindum.

Karen var samfelagshugað og eisini politiskt  aktiv sum organiseraður limur av Tí konservativa danska Flokkinum í Gentofte. Hon var ovurfegin, tá ið Poul Schlüter gjørdist statsministari í 1982, og hon var sera vónbrotin, tá ið tann núverandi stjórnin tapti EU-valið í 2015, tí Karen var stálsettur og kompromisleysur tilhangari av EU, og hon agiteraði íðin og ótroyttiliga fyri Danmarkar ideologiska  limaskapi av tøttum européiskum samstarvi.

Karen var avgjørt væl integrerað í tí danska samfelagnum, men hon var ógift, og tað er eingin ivi um, at hon sum pensionistur var farin at hugsa um sínar røtur. Ein yngri skyldkona og ein nakað eldri vinkona siga báðar, at Karen tær síðstu ferðirnar, hon var í Føroyum, var farin at tosa um at flyta aftur til Føroya, men ikki til Havnar.

Hon vildi ta totalu nostalgiina. Hon vildi seta seg niður í Klakksvík, har hon var fødd og foreldrini livdu sum hjún.

Tíverri náddi hon ikki at realisera sína ætlan, og kanska var tað bara ein dreymur.

Evsta hátíðarhald og ervi fyri Karina var fríggjadagin tann 19. mei  í Skt. Theresu kirkjuni, har hon hevði havt sína gongd, bæði til morgun- og hámessu. Har skipaði hon eisini ofta fyri kirkjukaffi og ábiti.

Karen hevði sjálv avgjørt og skrivað niður, hvussu jarðarferðin og ervið skuldi verða. 

Hon hevði sum kønur fyriskipari  bæði valt matarskrá, sálmar og eina solo-ariu við "Ave Maria", sum var meistarliga sungin av einum opera-soprani. - Tað bleiv hennara allarsíðsta og vælfyrireikaða "producara-uppgáva"!

Eftir messuhaldið fór fylgið eftir uppskoti frá Karen sjálvari yvir til grøvina hjá Helenu, har Karen seinni skuldi setast niður við liðina av móðir síni.

Tað vóru umleið hálvthundrað fólk og fylgdu - ein knappur fjórðingur vóru føroyingar.

Vit lýsa frið yvir minnið um tann virkisfúsa, fryntliga  og dugnaliga útisetan, Karen Stærmose!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo