Bæði Liverpool og Manchester City kunnu tryggja sær gullið í Premier League seinnapartin í dag, men tað er eisini hugsandi at vit mugu bíða eftir úrslitinum.
Tí fyri fyrstu ferð í søguni so kann tað henda at Premier League verður avgjørt við umdysti, skrivar VG.
Støðan við umdysti er sum sagt ikki íkomin fyrr í Premier League, men sesongina 1995/1996 fyrireikaði Premier League-leiðslan seg til at tað kundi henda í kappingini millum Manchester United og Newcastle.
Her var bara eitt mál á muni, tá ið tvey umfør vóru eftir, og tí vóru tveir dagar bílagdir á Wembley og atgongumerki prentað. Manchester United vann at enda Premier League við fýra stigum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo