G!: Í dag er íslendski bólkurin KALEO eitt heimskent navn. Teir hava vitjað her fyrr, tá ið teir í 2014 spældu á spæliplássinum í Syðrugötu. Tá vóru teir ókendir, men tað broyttist fullkomiliga tvey ár seinni, tá ið teir brustu fram á altjóða pallinum við plátuni A/B. Tey flestu hava ivaleyst hoyrt hittið "Way Down We Go", sum bleiv eitt altjóða fyribrigdi.
Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá íslendsku stjörnunum: Yvir fýra milliardir stroymingar, GRAMMY-tilnevning, konsertir saman við Rolling Stones og framförslur á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza.
KALEO eru eisini kendir fyri síni stak vökru sjónbond, ið teir hava tikið upp í íslendsku náttúruni. Vit mæla til, at tú fert at hyggja eftir nökrum av hesum á Youtube!
Vit eru ovurfegin, at bjóða KALEO vælkomnum aftur á G! Flotta umhvörvið á götusandi fer heilt víst at skapa eina ótrúliga uppliving við tónleikinum hjá KALEO. Festivalurin verður hildin dagarnar 17.-19. juli í 2025.
Tú mást fara!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo