Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Í dag útgevur greta svabo fyrsta staklagið sum solistur, eftir at hon bleiv mamma. Hendan útgávan, “just a feeling”, er partur av einari nýggjari leið í hennara tónleikaheimi.

Sangurin minnir um ein kærleikssang, og er líka so nógv ein váttan sum ein spurningur. Mjúkur, men sannførdur, eldhugaður og afturhildin. Um at vera menniskja, kenslurík, og at elska. Sum ein viðurkenning av tí klassiska, er upptøkan gjørd á band.

Sangurin er samansettur av strúkarum, rødd, og vokoder. 

Davide Rossi, sum er kendur fyri strúkara samarbeiðið við Coldplay, hevur tilrættarlagt og upptikið teir kensluborðnu strúkararnar í lagnum. Hetta gevur eitt filmiskt hugalag til ein annars minimalistiskan sang.

Um tónleikin, og tilgongdina, sigur greta:

Tá tú roynir at endurskapa eina løtu, er løtan longu farin. Tað er tað sama við einum sangi. Tað sum er gandakent og kensluborið í sangskrivingini er løtubundið. Tey seinastu árini havi lagt minni dent á tað fullkomna. Tú noyðist at geva einum sangi andarúm. Tað havi eg roynt í hesum føri.

Hoyr lagið her:  https://ffm.to/gretasvabojustafeeling

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo