Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 29. september til og við týsdagin 3. oktober.
Myndevnini á framsýningini eru flestu frá høvuðsstaðarøkinum og lýsa hetta á ymsan hátt. Tað eru fleiri enn 30 málningar við á framsýningini, flestu stórir. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir sín leiklut.
Jón hevur havt mangar málningaframsýningar seinastu góðu tredivu árini, harav fleiri í Smiðjuni. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003.
Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.
Jón er argjamaður og býr á Toftum. Her hevur hann egið atelier.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo