Visit Tórshavn: Sunnudagin 22. desember kl. 16 koma jólamenn í býin í Havn á súkklubaki og við sær hava teir eina rúgvu av karamellum og søtum - eisini til børn, sum hava matovurviðkvæmi.
Jólamennirnir fara síðani í Pavilionina á Vaglinum, har teir fara at hava stoppdans saman við børnunum umleið kl. 16.30.
Klokkan 17.00 framførir bólkurin, Kalas, í Pavilionini.
Forvitnisligi jólamarknaðurin og jólasmátturnar á Vaglinum hava opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo