Glymur: Eins og siður hevur verið frá byrjan, fer 41 ára gamla kórið Glymur undir árligu jólakonsertirnar komandi dagarnar.
Sangskráin verður fjølbroytt við føroyskum, enskum og donskum jólaløgum umframt nøkrum klassiskum kirkjutónaløgum.
Nøkur av løgunum verða a capella, onnur við klaver ella orgulfylgispæli.
Kórleiðari er Hans Olivur Joensen. Pianistur er Kim Hansen, og Gudmund Mortensen hevur orgulfylgispælið.
Tann fyrra konsertin verður í Mariukirkjuni mikukvøldið 11. des. kl. 20.
Seinna konsertin verður í Gøtu Kirkju hóskvøldið 12. des. kl. 20.
Høvi verður at lata eitt oyra til kirkjurnar báðar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo