Grunnurin "Grinkil – FD 563": Nú fráboðað er, at guðstænastur ikki vera hildnar í kirkjunum jólaaftan og jóladag, skipar grunnurin “Grinkil – FD 563” fyri stuttari jólaløtu við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum. Løtan byrjar jólaaftan kl. 15:00.
Vanliga hevur kirkjan á Glyvrum verið fullsett, tá kallað hevur verið til guðstænastu jólaaftan, men tá farsóttarstøðan forðar fyri hesum í ár, hevur nevndin í Grinkilsgrunninum tikið stig til eitt øðrvísi tiltak, sum kortini ber á sama bógvin.
Ætlanin er at leggja motorin ”Grinkil” út í bátahylin Niðri við Støð, og haðan fer sóknarpresturin Meinhard Bjartalíð at prædika. Lutfalsliga stórar víddir eru kring um hylin, soleiðis, at ein fjøld av fólki kann standa spjadd í økinum, og skipað verður soleiðis fyri tøkniliga, at boðskapur og sangur hoyrast um alt økið. Áðrenn prædikuna syngja vit “Tað sótu seyðamenn á vakt” og “Føgur er foldin” og við lok løtunar – eftir prædiku Meinhards - syngja vit “Gleðilig jól.”
Nú ráðini gingu ímóti at vera innandurað yvirhøvur, kann hetta vónandi – í minni og øðrvísi mun – geva okkum kensluna av, at ein av stóru kristnu hátíðunum stendur framman fyri durðum okkara.
Øll eru hjartaliga vælkomin oman á Støð á Glyvrum jólaaftan kl. 15:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo