Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags Fyri milliónir av lesarum kring heimin er Hogwarts ein gandaheimur. Jól í Hogwarts fer uttan iva at gleða lesarar í øllum aldri. Søgan snýr seg um fyrstu jólini hjá Harry Potter í gandaheiminum.

Við teksti úr metsølubókini Harry Potter og vitramannasteinurin eftir J.K. Rowling og glógvandi myndprýðingum í litum, sum Ziyi Gao hevur gjørt, er hetta ein skreytútgáva, sum allir Harry Potter-fjepparar mugu eiga.

Bókin er innbundin, 42 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.

Um Jól í Hogwarts
“Jólini vóru í hondum. Ein morgun vaknaðu tey í Hogwarts og sóu, at alt lá undir í høgum kava.” Soleiðis byrjar 12. partur í Harry Potter og vitramannasteinurin eftir J.K. Rowling og fjálga søgan um fyrstu jólini hjá Harry Potter í Hogwarts. Stóra Høll er stásiliga pyntað við stórum jólatrøum, og kvøldini í Felagsstovuni í Gryffindor eru so hugnalig. Hetta er ein jólaferia við hita, vinalagi, góðum mati og gandayvirraskilsum, sum Harry ongantíð gloymir.
 
Ziyi Gao sigur: “Líka sum óteljandi børn kring heim heimin vaks eg upp við nøsini niðri í Harry Potter-bókunum og trúði upp á, at mín gandadreymur kundi gerast veruleiki. Hóast uglan ikki kom við brævi til mín, sum segði, at eg var sloppin inn á Hogwarts, meti eg meg vera ótrúliga hepna at vera ein av myndprýðarunum til hesa høgt elskaðu bókarøð. Í hesi bókini havi eg vovið partar úr gandaheiminum saman við siðbundnum jólasiðvenjum. Eg vil skapa eina visuella uppliving fyri øll børn og vaksin, sum leingjast eftir at uppliva eini gleðilig jól saman við Harry og vinunum í Hogwarts.”
 
Um myndprýðaran
Ziyi Gao er uppvaksin í Beijing, Kina. Hon flutti til USA í 2014 og hevur útbúgving sum myndprýðari frá School of Visual Arts í New York. Ziyi er ein ravenclaw og býr í løtuni í Vancouver, Kanada.
 
Um rithøvundin
J.K. Rowling er rithøvundurin handan Harry Potter-bøkurnar. Hon hevur eisini skrivað eina metsølukrimirøð og tvær sjálvstøðugar barnabøkur, m.a. Jólagrísin, sum BFL hevur útgivið á føroyskum. J.K. Rowling hevur fingið nógvar virðislønir fyri sínar bøkur. J.K. Rowling býr í Skotlandi við familjuni.
 
Um Harry Potter
Røðin um Harry Potter hevur selt yvir 600 mió. eintøk kring heimin á 85 málum og er gjørd til átta stórfilmar.

Sjeynda bókin Harry Potter og arvalutir Deyðans seldi 8,3 mió. eintøk fyrstu 24 tímarnar í USA og sló øll met fyri bókaútgávur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo