Jobmatch: Av koronu hava fyrireikararnir valt at útseta tað fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jóla og nýggjárs. Hóast korona spennir bein fyri okkara andlit til andlits tiltak, eru ongar forðingar fyri, at vit hittast talgilt.
Jobmatch hevur ment eina nýggja skipan, har til ber at bíleggja talgild JobPrát við tær fyritøkur og stovnar, sum tú hevur áhuga í at hitta. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin. JobPrátið kann bíleggjast frá miðjun desember og fram til týsdagin 28. desember á midnátt inni á jobmatch.fo
Hjá summum av fyritøkum og stovunum ber til at bíleggja eitt JobPrát eitt ávíst tíðspunkt tann 29. desember. Hjá øðrum bíleggur tú eitt JobPrát uttan ávísa klokkutíð og dag, og síðani setir fyritøkan ella stovnurin seg í samband við teg fyri at gera avtalu um, nær Jobprátið skal verða.
JobPrátið og sjálv bíleggingin fer fram inni á Jobmatch heimasíðuni. Tú gert tær ein brúkara við at melda til inni á Jobmatch.fo, hereftir ritar tú inn í skipanina við tínum t-posti og loyniorði.
Tú kanst til ein hvørja tíð dagføra tín vanga við nýggjum upplýsingum.
Verið vælkomin á Jobmatch og bílegg tær eitt JobPrát við ein ella fleiri av luttakarunum.
Tað er sjálvandi ókeypis at luttaka á Jobmatch
Stuðlar eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo