Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað var borgarstjórin, Heði Mortensen, sum beyð vælkomin til Jobmatch 2022. Hann fegnaðist um stóru uppmøtingina og vísti á, at talan var um metár við 71 fyritøkum, og nýtti høvið at takka Bakkafrost, Tórshavnar kommunu og øðrum, sum hava gjørt Jobmatch møguligt.

- Endamálið við Jobmatch er heilt stutt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur, útisetar, lesandi føroyingar og nýútbúgvin. Hetta er so seinni víðkað til eisini at umfata fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum, sum vilja kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar.

- Ætlanin við Jobmatch hevur alla tíðina verið at royna at skapa eitt samskifti millum fyritøkur og stovnar øðrumegin, og arbeiðstakarar hinumegin. Hetta verður alt gjørt fyri at vinnan til eina og hvørja tíð skal vita, hvat fyri vitanartilfeingi er tøkt á marknaðinum, og at arbeiðstakarar yvirhøvur skulu vita, hvørjum royndum og útbúgvingum samlaða vinnan hevur tørv á.

- Eitt annað endamál er so at økja um áhugan hjá útisetum at leita heimaftur at søkja sær størv. At hittast á henda hátt er sostatt eitt givið høvi til bæði at søkja sær starv og at finna sær eitt praktikkpláss. Vit byrjaðu við átakinum í 2008 á Norðurbrygjuni í Keypmannahavn. Og Jobmatch hevur vaksið seg stórt og professionelt síðan.

- Tá vóru stig tikin til stevnuna, tí mett var at tað var av stórum týdningi, at føroyska samfelagið helt samband við og kunnaði útisetar um starvsmøguleikarnar, ið vóru í Føroyum. Í 2011 varð avgjørt at skipa fyri stevnuni í Føroyum. Mett varð, at hetta fór gera tað møguligt hjá útisetum, sum búgva aðrastaðni enn í Danmark, at luttaka, umframt, at hetta fór at økja um hugin hjá føroyskum arbeiðsplássum at vera við. Hetta eydnaðist sera væl.

- Sum høvuðsstaður, sum Havnin jú er, ynskja vit ein fjølbroyttan og vaksandi arbeiðsmarknað í Føroyum, og til tað hava vit tørv á dugnaligum og virkisfúsum ungum fólkum, sum saman við okkum ynskja bæði at menna verandi arbeiðspláss og eisini at byggja nýtt vinnulív upp í Føroyum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu vera ein vakstrardepil.

- Vinnulívið er týðandi drívmegin í okkara samfelag og vøkstur og framburður eru grundað á eitt tætt samstarv og initiativ millum vinnu, stovnar, fyritøkur, útbúgvingarstøð, land og kommunur. Vit hava tørv á at menna førleikar við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum granskingarumhvørvi, soleiðis at vit kunnu leggja lunnar undir innovatión og nýskapan í Føroyum.

- Í kanningum hava vit fingið staðfest, at fremstu fortreytirnar fyri trivnaði í framtíðini eru búskaparvøkstur og fólkavøkstur, og tað eru hesi, sum saman við einum dynamiskum vinnulívi skapa tann góða býin ella tað góða Føroyar. Í dag, og enn meira í komandi tíðum, verður búskaparvøksturin í stóran mun skaptur av vitan, innovatión, lærdómi, virkisroyndum og áræði.

- Íverksetaraumhvørvið blómar framvegis í Føroyum og er ein týðandi fortreyt fyri at skapa framburð í samfelagnum. Í dag eru vit meira enn nakrantíð tilvitað um týdningin av at skapa umhvørvi og umstøður, sum fáa íverksetan at blóma og mennast og sum fáa fólk at skapa síni egnu størv.

- Eg fari at takka starvsfólkum, øllum tykkum, sum hava staðið fyri uppseting og øðrum, stóra takk fyri gott arbeiði, tøkk til smáar og stórar fyritøkur, sum viðvirka til, at vit fáa ein góðan og gevandi dag.

- Tað eru vit, sum saman við tykkum, mugu skapa karmarnar og bestu fortreytir fyri menning og vøkstri. Vit hava tørv á øllum góðum kreftum, so vit í felag kunnu vera við til at byggja land og skapa menning og framburð fyri okkum og komandi ættarlið. Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum øllum hjartaliga vælkomin á Jobmatch! Og gott nýggjár, øll somul, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo