Fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður Jóannes Eidesgaard fer at velja Tjóðveldi á løgtingsvalinum í dag. Hesum boðar hann frá á facebookvanganum.
Tey sum minnast fullveldislandsstýrið og orrusturnar sum plagdu at vera við Javnaðarflokkin duga neyvan at ímynda sær, at tað kundi henda.
Men orsøkin er heilt serlig og, sum hann sjálvur skrivar, tunt er tað blóð, sum ikki er tjykkri enn vatn. Sonur Jóannes, Erling, stillar upp fyri Tjóðveldi, og tí kennir fyrrverandi javnaðarløgmaðurin seg nú noyddan at stuðla soninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo