Betri: Á ársaðalfundinum hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna í gjár stóðu tríggir av teimum seks nevndarlimunum fyri vali. Poula Michelsen varð afturvald. Aslaug Gisladóttir og Ragnar Joensen, sum hava sitið í nevndini síðan 2018, stillaðu ikki upp aftur. Í teirra stað komu Jens Johan Dam og Jákup Egholm Hansen. Harumframt eru Mortan Simonsen, Petur Elias Nielsen og Tóra við Keldu í nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Jens Johan Dam, sum formanni, og Poulu Michelsen, sum næstforkvinnu.
- Tað er ein heiður at taka við hesum álitissessi. Betri er eitt sterkt og væl rikið felag, so hetta er ein sera spennandi avbjóðing at taka við, sigur Jens Johan Dam, nývaldur formaður.
78 milliónir í Limakrónum og stuðli
Roknskapurin fyri 2023 vísir 381,9 milliónir kr. eftir skatt. Hetta er væl meira enn í 2022, tá ið avlopið var 27,9 milliónir kr. eftir skatt. Úrslitið er somuleiðis væl omanfyri tær 170-250 milliónir krónurnar, sum metingarnar fyri 2023 søgdu.
Høvuðsorsøkin til góða úrslitið hjá samtakinum er avkastið av virðisbrøvunum, ið gjørdist munandi betri enn væntað. Í 2022 rakti vánaliga gongdin á virðisbrævamarknaðinum samtakið meint, men í fjør góvu virðisbrøvini aftur eitt munagott íkast til úrslitið. Eisini var gott avkast av útlánsvirkseminum.
Góða úrslitið kemur eigarunum – kundunum í Betri Trygging - til góðar. Ognarfelagið hevur nevniliga ein strategiskan málsetning um at rinda 10% av tryggingargjaldinum út í Limakrónum. Limakrónur eru vinningsbýtið, sum eigararnir – kundarnir í Betri Trygging - fáa. Nú árið er gjørt upp, er greitt, at tilsamans 48 milliónir kr. skulu setast av til Limakrónur fyri 2023.
Harumframt verða 30 milliónir kr. settar av til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemið hjá samtakinum.
Størsta stuðulsjáttanin í løtuni er til stórhøllina við Tjarnir, sum ætlandi verður klár komandi ár. Høllin við Tjarnir verður bygd til at hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum av alskyns slagi.
Eisini stuðlaði Betri eini røð av øðrum verkætlanum. Úr rúgvuni av størri verkæltanum kunnu vit nevna:
-
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar í Føroyum í samstarvi við Undirvísingarstýrið. Reyði Krossur stóð fyri undirvísingini, ið tryggjaði einum heilum árgangi av børnum grundleggjandi fyrstuhjálparskeið.
-
Førleikamenning í samband við neyðuga venjingarætlan til børn við ADHD. Bæði fakfólk og foreldur at børnunum við ADHD fingu undirvísing, so tey kunnu hjálpa børnunum at mennast - og harvið trívast betur.
-
Fleiri verkætlanir við denti á náttúru og umhvørvi
Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:
· Úrslitið eftir skatt 381,9 mió. kr. (2022: 27,8 mió. kr.)
· Eginognin 4.042,2 mió. kr. (2022: 3.713,2 mió. kr.)
· Renta av eginogn aftaná skatt 9,8 % (2022: 0,7 %)
· Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 36,9 % (2022: 34,9 %)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo