Verður tað sum danska stjórnin ætlar, so skulu bæði kvinnur og menn gera herskyldu í danska herinum. Broytingin ætlast at koma í gildi í 2026.
Tað skriva fleiri danskir miðlar, teirra millum Jyllandsposturin.
Ein onnur broyting er, at herskyldan skal leingjast frá teimum 4 mánaðunum sum hon í høvuðsheitum er í dag til 11 mánaðir.
Onkrir av flokkunum sum eru við í verjusemjuni eru tó ikki sannførdir um, at hetta er tað rætta at gera, og tað kann gerast ein trupulleiki, tí um meira enn ein flokkur er ímóti, so verður tað av ongum við javnstøðu í herinum, skrivar jp.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo