Ísraelski herurin IDF sigur á sosiala miðlinum X, at leiðaran hjá Hamas í býnum Rafah í nátt er raktur í einum bumbuálopi og er deyður.
Viðkomandi skal hava syrgt fyri, at neyðhjálp sum varð ætlað íbúgvunum í býnum ístaðin bleiv brúkt til yvirgangsfólkini hjá Hamas.
Samstundis frættist frá UNRWA, sum er umboðið hjá ST í Miðeystri, at eitt bumbuálop skal hava rakt eina neyðhjálpargoymslu í býnum. Minst eitt fólk doyði og 22 onnur vórðu særd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo