Løgmálaráðið: Landsstýrismaðurin í lógarmálum hitti í dag íslendska uttanríkisráðharran Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylvadóttir. Við á fundinum vóru eisini umboð úr føroysku og íslendsku fjarskiftisvinnuni.
Á fundinum, ið varð hildin í Kristnastovu í Havn, umrøddu partarnir serliga fjarskiftistilbúgving og týdningin av at tryggja eitt gott og mótstøðuført samskiftiskervi.
Partarnir vóru samdir um, at mótstøðuførið á fjarskiftisøkinum gerst alsamt meiri týðandi í okkara fjarskotnu londum, og tí eiga Føroyar og Ísland at kanna, hvussu londini framyvir kunnu betra um góða samstarvið um fjarskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo