IRF: Byrjað verður í Gásadali mánadagin 2. mai.
Treytirnar fyri, at tangin verður tømdur eru:
- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá arbeiðið er liðugt
- at innihaldið í tanganum er í samsvari við tað, tangin er ætlaður til.
Loysið ikki lokið sjálvi! Hetta kann vera sera vandamikið.
Lesið meiri um rottangatøming, treytir og vegleiðinga her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo