FSF: 29 instruktørar tóku lut, tá Fótbóltssamband Føroya um vikuskiftið skipaði fyri árliga instruktørskeiðnum. Skeiðshaldari hesaferð var brasiliumaðurin, Giovani Fernandes, sum í sínum arbeiði fyri FIFA fæst við menning av undirvísarum á venjaraútbúgvingini.
– Vit hava eitt sera gott toymi av venjarum, ið eru partur av undirvísingini og vegleiðingini tá venjaraskeið eru á skránni. Hesi hava eisini brúk fyri nýggjum íblastri, og sum heild eydnaðist skeiðið um vikuskiftið væl, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.
Umframt ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum í ár verður fríggjadagin 28. februar og leygardagin 1. mars, skipar FSF fyribils fyri sjey venjaraskeiðum í 2025, og tað er ikki óhugsandi at fleiri skeið verða ásett sum árið líður.
Yvirlit yvir venjaraskeið í 2025/2026 sæst HER.
Les eisini: Nógv virksemi á skránni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo