Tórshavnar kommuna: Í dag skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jørgen Petersen, stjóri í Inventartænastuni, undir sáttmálar um innbúgv til Skúlan á Fløtum.
Seks feløg vóru boðin at bjóða uppá innbúgvið, og trý tilboð komu inn.
Tá ið sáttmálarnir vóru undirskrivaðir, varð farið runt á skúlanum at síggja frágerða góðu umstøðurnar, sum innbúgvið fer at standa í.
Myndir frá túrinum á Føroya størsta skúla, sum er staðsettur á fløtuni í vesturbýnum, eru at síggja á Facebook hjá kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo