Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tryggingareftirlitið: Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum samanber avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Kanningin er ein liður í at fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum.

Kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2016 til 2020 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 3,1 %, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var 5,8 %. Ein tílíkur munur hevur eisini verið í 10-ára tíðarskeiðinum 2011 – 2020, tá árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal var 3,7 % í mun til 6,7 % hjá teimum donsku feløgunum.

Ein høvuðsorsøk til lægra íløguavkastið er, at føroysku feløgini hava sett sínar íløgur øðrvísi saman enn donsk feløg. Tey føroysku feløgini hava ein varnari váðaprofil, har tey hava sett ein munandi størri part av íløgunum í lágrentu stats- og realkreditlánsbrøv. Donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv, onnur lánsbrøv og í grundøkir og bygningar, sum seinastu árini hava givið hægri avkast.

Tað er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum. Hetta er m.a. orsakað av, at feløgini hava valt ymiskan íløguprofil, har nøkur feløg hava sett ein størri part av íløgunum í stats- og realkredittlánsbrøv við lágari rentu.

Árliga íløguavkastið í miðal hjá feløgunum lýsir, hvat eftirlønarsamanspararnir sum samlaður bólkur í mesta lagi kann fáa. Sostatt sigur hetta ikki, hvussu stórt avkast tann einstaki eftirlønarsamanspararin í veruleikanum fær, tí at avkastið til tann einstaka kann vera treytað av t.d. váða, aldri, produktum, garantium, kostnaði, skatti, bonus v.m.

Íløguavkastið hevur sera stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Um vit til dømis taka ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 kr. um mánaðin og rindar 15 % í eftirløn, sum svarar til 2.700 kr. um mánaðin aftaná 40 % í eftirlønarskatti. Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast á 3,1 % í miðal givið eitt samanspart virði á uml. 2,5 mió.kr. aftaná 40 ár. Um íløguavkastið hevði verið 5,8 % hevði samansparda virðið ístaðin verið uml. 4,9 mió.kr., sum er næstan tvífalt so stórt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo