Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á stýrisfundi í Mikladali í gjár, var m.a. eitt innkomið mál til viðgerðar, um sterkar aktørar sum leggja trýst á ognar- og avgerðarrættin.

Føroya Óðalsfelag hevur frætt frá stúrnum limum, sum hava kent seg trýstan til at skriva undir uppá formligar avtalur, sum geva uttanífrákomandi áhugamálum atgongd til teirra jørð og náttúrutilfeingi.

Eitt nú alifeløg, orkufeløg, ferðavinnu-aktørar og kommunur, sum í skundi vilja undirskriva bindandi sáttmálar við einstøk ognarfólk ella heilar hagapartar, um atgongd til vatn, lendi, strendur, ferðavinnuupplivingar, v.m.

Kemur tykkara hagi í hesa støðu, mælir Óðalsfelagið tykkum til at vera á varðhaldi, og ikki at skriva undir uppá nakað í óðum verki.

Ikki skriva undir uppá nakað, fyrr enn tit hava fingið nøktandi uttanveltaða ráðgeving, og vissa tykkum um at avtalurnar ikki gera seg inn á tykkara ognar – og avgerðarrætt.

Ivast tit í nøkrum, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Óðalsfelagið. Okkara løgfrøðingar eru til reiðar at vegleiða um, hvussu tit best kunnu tryggja tykkara ogn og áhugamál.

Føroya Óðalsfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo