Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X ákærir ísraelska verjan (IDF) Hamas fyri at brúka sivil í Gaza "sum menniskjaligt skjøldur" og fyri at hindra sivilum í at fara suðureftir í Gaza, skrivar danska TV 2.
- Seinastu dagarnar hava hermenn hjá IDF biðið fólk har norðuri í Gaza um at fara suðureftir. Terroristfelagsskapurin Hamas brúkar framvegis sivil í Gaza sum menniskjaligt skjøldur og loyvir teimum ikki at evakuera suðureftir, verður sagt.
Eisini er upptøka, sum IDF sigur er samrøða millum ísraelskan hermann og palestina.
Í samrøðuni biður ísraelin mannin um at fara suðureftir, men palestinin svarar, at Hamas blokerar allar vegirnar, sendir fólk aftur og skjýtur eftir palestinum, sum royna at flýggja, skrivar TV 2.
IDF releases an audio recording of an officer in the Military Intelligence Directorate's Unit 504 — which specializes in HUMINT — speaking to a Gazan man, during which he describes how Hamas is preventing people from evacuating from the northern part of the Gaza Strip. pic.twitter.com/VgMJO3SzVo
— Emanuel (Mannie) Fabian (@manniefabian) October 26, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo