- Íblásturin til romantiska tekstin kemur frá "dating" lívinum her í London, sigur Dan Olsen.
- Lagið sjálvt er eitt av mínum meira akustiskt kendu løgum, har eg fari aftur til mítt upprunaliga ljóð og byrjanina til mín sang og sangskriving, ið hevði stóran íblástur frá sangarum sum Jack Johnson.
- Hetta er tólvta lagið, eg gevi út í ár. Samstørvini til útgivnu løgini í ár hava verið við m.a. London búgvandi tónasmiðunum Julian Simmons (Ed Sheeran, Liam Gallagher) og Danny Schogger (Celine Dion) við ljóðblandi av m.a. Fernando Reyes (Aerosmith, The Rolling Stones, Bon Jovi) í Miami.
- Júst hetta lagið havi eg skrivað einsamallur, skrivar Dan Olsen í teksti sendur við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo