Í russiska býnum Belgorod merkja tey nú álvaran í krígnum.
Skúlar og handlar eru stongd, fyribils til mikudagin, tí vandin av áhaldandi álopum er so stórur fyri íbúgvarnar í býnum.
Býurin liggur nær ukrainska markinum eins og býurin Kursk, og báðir býirnir verða nú av Ukraina roknaðir sum "aktiv krígsøki".
Russland sigur, at seinastu vikuna eru yvir 65 ukrainskar dronur niðurskotnar. Minst tvey fólk skulu vera deyð.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at øll álop verða svarað eirindaleyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo