Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Barnabati: Nú stundar til árligu jólakonsertina Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.

Annlis Bjarkhamar tók stig til átakið í 2010, og hevur síðani tá verið fastur táttur við tí endamáli at veita hjálp til barnafamiljur í Føroyum. Í 2015 tók Barnabati yvir og um somu tíð byrjaðu vit eitt samstarv við Sigrið Sivertsen, kórleiðara at samskipa árligu jólakonsertina.

Jólini eiga at vera ein gleðistíð hjá barninum
Fátækraváði merkir ikki bara manglandi peningur, men er eisini ein sosial avbjóðing, sum kann ávirka menning og trivnað hjá einum barni og ungdómi. Tað kann tykjast trupult at ímynda sær fátækraváða í einum landi, har vælferðarstøðið er høgt, og fólk hava atgongd til nógvar fjøltáttaðar hentleikar. Men fyri tey, ið liva í fátækraváða, er hendan støðan ein veruleiki. Jólini eru onkursvegna barnanna høgtíð, og minnini um barnajólini ber barnið við sær restina av lívinum. Tí er týdningurin av at stuðla ótrúliga týdningarmikil. Tín stuðul kann geva eini familju, sum hevur trupult við at fáa endarnar at røkka, vón í myrkastu løtum.

Barnafamiljur, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, senda Barnabata eina motiveraða umsókn, og Barnabati viðger síðani allar innkomnu umsóknirnar, og letur gávukort til tær familjurnar, ið liva undir fátækramarkinum.

Eisini verður atlit tikið til, hvussu nógv vaksin eru í húskinum, og hvussu nógv børn eru í ymsum aldursbólkum. Barnabati spyr, hvat tað eru fyri umstøður, ið gera seg galdandi hjá teimum ymsu familjunum, tí tað kann í summum førum vera, at barnafamiljur eru komnar í truplar bráfeingis støður; til dømis í sambandi við brádligt arbeiðsloysi, ella um deyði hevur verið í familjuni.

Um tit vilja stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum og geva teimum eini góð jól, kunnu tit stuðla á heimasíðuni hjá Barnabata,

Konsertin Í Menniskjum Góður Tokki verður sunnukvøldið 1. desember kl. 19 í Hoyvíkar kirkju, og verður send beinleiðis á Kringvarpinum.

Við ynski um eini góð jól til øll børní Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo