Nakrar staðfestingar farna árið og serliga farnu 3-4 dagarnar eru fyri meg og milliónir av kristnum og høgravendum sum tindurin (Hermon) av jólagleði í ár:
1. Ísrael átti Móses, Jósva, Gideon, Dávid, Dayan, Sharon og nú Netanyahu.
2. Okkara Gud vann á egyptum, filistum, midianitum, og nú islamistum.
3. USA átti Washington, Jefferson, Lincoln, Grant, Reagan og nú Trump.
4. Okkara Gud bardi niður trælahald, nazistar, japanar og nú kommunismu.
5. Prógvini tróta ikki: kristnin, kapitalisman, demokratiið vinna hvørja ferð.
6. Hamas er jarðað og ST avdúkað í Gaza sum Ísraels fíggindi nr. 1.
7. Nazrallah er bumbaður úr 60 metra dýpi heilt niður til heljar hjá Allah.
8. Hezbollah er bankað undir grót í Libanon, hóast stuðlað av risastóra Iran.
9. IAF flogfør hava sprongt allar sýriskar herstøðir, vápna- og eiturgoymslur.
10. Sýriski herflotin er søktur, og russisku krígsskipini rýmd til havs.
11. Læknin og bøðilin Al Assad er flýddur úr Damaskus, og fongslini tømd.
12. Eftirmaður Josefs Mengele goymir seg hjá Putin í Moskva.
13. 54 ára harðræði við Assad feðgunum á odda er endað.
14. Bølmennið, Bashir Al Assad hevur stolið $2 mia (= 13 mia kr) frá sýrum.
15. 90% av teim 23 mió sýrunum liva undir islamska fátækramarkinum.
16. 100 IAF stríðsflogfør hava beint fyri loftverjuni hjá skeggapuni í Tehran.
17. Eingin iranskur mullah ella ayatollah torir at sova heima av ótta fyri IDF.
18. Skjótt eru Biden og Kamala tveitt á søgunar øskudunga.
19. Tá bumbar IAF iranskar kjarnorkustøðir aftur í islamska steinøld.
20. Nú eru 2 harðir høgramenn ovast á vesturlendska stjørnuhválvinum.
21. Annar er Netanyahu, javnlíki Churchills, rættarsøktur av sosialistum.
22. Hin er Trump, javnlíki Reagans, eisini rættarsøktur av sosialistum.
23. Vit bíða eftir 20. jan, tá Trump setir ST, Putin og Mao upp á pláss.
24. Tá seta Trump og Netanyahu Iran og alt Miðeystur (atomfrítt) skákmát.
25. Bretar siga: "God's in his Heaven, and all's well with the world.”
26. Vit siga: ”Trump er í Hvítu Húsunum og Netanyhu í Knesset.”
27. Tá stendur betur til í USA, Evropa, Miðeystri og tískil í øllum heiminum.
28. Tað einasta, ið heldur fram óbroytt, er sosialistisk anti-semitisma….
29. …. Og sami blóðugi ruðuleiki ræur í Sýria undir Mohammed Al-Jolani.
Annars eini serliga gleðilig jól og
Shalom.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo