Í dag er val til Løgtingið. 33 fólk skulu veljast í Løgtingið, tilsamans 39.606 fólk hava valrætt, og tey kunnu velja ímillum 169 valevni sum stilla upp fyri 7 flokkar.
Valhølini lata upp klokkan 10 og til ber at velja til kl 20 ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.
Størsta valstaðið er á Hálsi í Havn har góð 13.000 fólk kunnu velja. Minsta valstaðið er í Hattarvík á Fugloynni, har hava 10 valrætt.
Úrslitið av valinum plagar at vera greitt nakað áðrenn miðnátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo