Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fosturforeldrafelagið: Vit í Fosturforeldrafelagnum eru fegin um at hava fingið 213.000 kr í stuðli frá granskingarráðnum til at gera ein spurnarkanning, sum skal lýsa tað at vera fosturforeldur.

Tað er lítil og ongin vitan um umstøðurnar hjá fosturforeldrum, og tí vilja vit við hesi spurnarkanning seta sjóneykuna á tað at vera fosturforeldur. Vit vilja geva fosturforeldrum eina rødd og lýsa eitt øki, sum er ógvuliga týdningarmikið, men samstundis rættiliga ósjónligt í samfelagnum.

Fosturforeldrafelagið sær ein tørv á at fáa størri innlit í umstøðurnar, sum fosturforeldur virka undir. Lítlar og ongar broytingar eru hendar á økinum, og ongin eftirmeting er gjørd av skipanini í mun til fosturforeldur og uppgávu teirra, síðani barnaverndarlógin kom í gildi í 2006.

Okkum tørvar vitan fyri betur at fáa eina fatan av, um fosturforeldraskipanin tænir sínum endamáli, og um umstøðurnar eru nøktandi hjá fosturforeldrum.

Flestu fosturforeldur hava drúgva royndir, og tað liggur ein stór vitan í hvørjum einasta fosturheimi, sum kann koma øðrum til góðar, og sum kann vera við til at vísa á gongdar leiðir fyri hetta øki framyvir. Tí kann ein spurnarkanning sum henda verða við til at mynda tær broytingar og betringar, sum koma í framtíðini og kann geva haldgóða vitan um, hvar neyðugt er at seta inn.

Tørvur er á ábøtum í mun til umstøðurnar hjá fosturforeldrum. Kanningin, sum ætlanin er at gera millum fosturforeldur, fer at geva okkum vitan, eyðmerkja tørvir og avbjóðingar, og hvar neyðugt er at seta inn við batum.

“Tað er umráðandi, at tey sum hvønn dag í árinum gera sítt til, at børn, sum eru sett heiman, hava best hugsandi umstøður, koma til orðanna, og at tað er við støði í teirra upplivingum og royndum, at framtíðar umstøðurnar hjá fosturforeldrum verða lagdar til rættis,” sigur Annlis Bjarkhamar, forkvinna í Fosturforeldrafelagnum.

Landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen, sum umsitur lóggávuna á barnaverndarøkinum, hevur eisini boðað frá, at ætlanin er at fara til verka við einum arbeiði, har fosturforeldraskipanin skal eftirhyggjast.

Tann vitan sum fæst til vega við hesi spurnarkanning kann vónandi vera við til geva politiska myndugleikanum eina heildarmynd av umstøðunum hjá fosturforeldrum, og eitt gott grundarlag at taka avgerðir um eina framtíðar fosturforeldraskipan.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo