Nú stundar til Umhvørvisvikuna 2017, og tá handar Tórshavnar kommuna Grøna Gávu, sum hevur virðið 5.000 krónur.
Hon kann verða latin stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu.
Til ber eisini at skjóta seg sjálvan upp.
Uppskotini skulu verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. apríl 2017.
Virðislønin verður handað í Umhvørvisvikuni.
Til ber at stilla persónar, stovnar ella fyritøku inn HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo