Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað kom ikki væl við, at nýggi stjórin í Búðstøðum hevur sagt helminginum av starvsfólkunum hjá Búðstøðum úr starvi, nú allar kreftir eru settar inn fyri at bjarga landsstýriskvinnuni, Ingilín Strøm.

Tað man ikki standa so væl til hjá Búðstøðum, tá stjórin tekur so ógvuslig stig, fyri at minka um fyrisitingarligu útreiðslurnar. Tað átti ikki at verið neyðugt, um haldførið er í lagi.

Grannskoðarin hjá Búðstøðum í nógv ár, Jógvan Amonsson, bedýraði annars í D&V, at hann, hóast hann ikki hevði lisið frágreiðingina frá Landsgrannskoðaranum, ikki hevði lagt merki til, at trupulleikar vóru við Búðstøðum, tá hann av vertinum, John Johannesen, (fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum), var brúktur sum óheftur serfrøðingur.

Eisini formaðurin í Starvsfelagnum, javnaðarmaðurin Suni Selfoss, kom við einari verjurøðu. Tað var ikki landsstýriskvinnan, Ingilín Strøm, sum hevur umsitið Búðstaðir seinastu tvey árini, sum hevði skuldini av støðuni í Búðstøðum, men sitandi andstøða.

Tað er ongin ivi um, at samgonguumboðini í Landsstýrismálanevndini eru undir stórum trýsti, serliga Hans Jacob Thomsen, formaður, eftir at samd nevnd kom til fyribilsniðurstøðuna, at Ingilín hevði sagt ósatt fyri Løgtinginum.

Tað er ikki lukkuligt at koma uppá tvørs av leiðsluni í Javnaðarflokkinum. Tað hava fleiri sannað.

Spurningurin er tí um nervarnir halda.

Tað man eisini verða tvídráttur ímillum Løgtingsgrannskoðararnar, formannin, javnaðarmannin Johannus Joensen og kæraran, Jacob Vestergaard.

Teir hava viðgjørt frágreiðingina frá Landsgrannskoðaranum síðan tíðliga í vár, men enn er einki at frætta frá Løgtingsgrannskoðarunum.

Målet helliger midlet – so gerst ikki við um Landsstýrið, KVF og onnur royna at gera til einkis Landsgrannskoðaran, óhefta eftirlitsstovnin hjá Løgtinginum.

Sama er við Løgtinginum - endamálið er at sáa iva um førleikan hjá umsitingini í Løgtinginum at ráðgeva limunum í Landsstýrismálanevndini.

Slíkt hevði ikki hent í okkara grannalondum.

Har verða frágreiðingar frá Lands- og Løgtingsgrannskoðarunum tiknar í størsta álvara og eingin setur spurnartekin við tað sum skrivað og sagt verður.

Vit eru komin á eitt vegamót.

Um landsstýris- og løgtingsfólk ikki virða sínar egnu eftirlitisstovnar, er eingin orsøk til at brúka pengar uppá slíkt.

Í meðan roynir nýggi stjórin í Bústøðum at fáa stovnin á beint, hóast landsstýriskvinnan framvegis heldur at tað stendur væl til.

Ad-hoc toymið

Les eisini:

Landskassin rindar 1/3 av leiguni hjá formanninum í Starvsfelagnum

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo