Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Á heimasíðuni hjá Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum stendur, at Dennis Holm, er tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum tann 22. desember 2022, og at hann fyrisitur millum annað økini fiskivinnu, samferðslu og tilbúgving á sjónum.

Men tað serliga er, at hvørja ferð okkurt stórmál er á skránni innan hesi økini, so tekur løgmaður málsøkið frá landsstýrismanninum.

Landsstýrismaðurin, sum kom úr einum borgarstjórasessi, har hann var vanur við at siga, hvar skápið skuldi standa, legði hart út við at siga, at innan valskeiðið var hálvrunnið, skuldi borðurin setast í Suðuroyartunnilin.

Men tað skuldi hann ikki havt sagt, tí løgmaður boðaði beinanvegin frá, at Dennis Holm skuldi ikki umsita heimildir landsstýrisins mótvegis partafelagnum Suðuroyartunlinum.

Hann skuldi vera landsstýrismaður við samferðslumálum minus Suðuroyartunnilin.

Á fiskivinnuøkinum er støðan tann sama.

Landsstýrismaðurin sleppur at leingja verandi fiskivinnusáttmálar, men so skjótt sum talan er um okkurt stórmál, so yvirtekur løgmaður málsøkið frá landsstýrismanninum.

Nú er tað russarasáttmálin, sum er tað stóra málið, men hóast talan er um eitt fiskivinnumál, so er tað løgmaður, sum eigur avgerðina.

Dennis er nú landsstýrismaður í fiskivinnumálum minus russarasáttmálan.

Nú skuldi ein trúð, at løgmaður tekur málsøkini frá landsstýrismanninum, fyri at tryggja, at politikkurin hjá samgonguni verður førdur út í lívið, men so er ikki.

Tvørturímóti!

Viðvíkjandi Suðuroyartunlinum tykist tað sum at løgmaður bara vil hava onkrar smávegis fyrireikingar settar í verk, mest fyri at hála málið so langt út, at sitandi samgonga sleppur undan at taka støðu til, um tunnilin skal gerast.

Og tá talan er um fiskivinnusamstarvið við Russland, so sær heldur ikki út til, at løgmaður ætlar nakað annað enn at geva onkrum øðrum skyldina fyri, at hann ikki fekk sín vilja.

Tað man kennast løgið, at vera landsstýrismaður, sum bara sleppur at umsita ópolitisk mál, men tað er júst støðan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Stóru málini á samferðslu- og fiskivinnuøkinum snúgva seg um Suðuroyartunnilin og fiskivinnusamstarvið við Russland.

Dennis Holm umsitur samferðslu- og fiskivinnumál minus Suðuroyartunnil og russarasáttmála.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo