Sum hjá teimum flestu standa nakrir blúnir konturar eftir í mínum hugaheimi frá fyrstu óvitaárunum, skiftinum, tá minnið trokar seg framat og gerst ein partur av skilinum.
Ein av myndunum, sum tíðum rennur á aftur, er ein hending frá jólaaftan í 1958, var tá trý ára gamal, táið vit bæði mamma óku við hýruvagni oman á eina bryggju framvið Manchester kanalini, og mynstraðu í Ellesmere Port. Ein onnur er fyrsta ferðin eg var í Skálafirði. Grindaboð vóru í Botninum og vit báðir Ólavur Gregersen, morbróður, hildu avstað, hann var íðin grindamaður, og eg hómi enn blóðbaðið frá springaraflokkinum og herðindini á kimiligu monnunum á sandinum, og eisini at vit vóru á gátt hjá onkrum skyldfólkum.
„Jörðin er kúla, þannig að miðjan er alls staðar.“ Orðini eigur íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson. Jørðin er ein kringekja, tí er miðjan allar staðir, eisini her í Skálafirði. Her, undir fjallarøðini fyri vestan – í lívd av Halgafels- og Reyðafelstindi – benda nøvn sum Stevnuválur, Valaknúkar og Tingsteinur á, at fólk hava ferðast um hesi svæði í ymsum ørindum. Hóast hildið verður, at eldri búsetingar eru í økinum, verður bygdin í Skálafirði roknað uppí niðursetubygdirnar, hóast væl eldri enn flestu teirra, sum annars ganga undir hesum heitinum. Bygdir sum Rituvík, Æðuvík, Runavík og Saltangará góvu ungum føroyingum møguleikan fyri at seta fót undir egið borð, alternativið hevði verið sum í norðurlondum annars um tað mundið, at fólk høvdu roynt eydnuna á amerikanska meginlandinum.
Niðursetan í øðrum bygdum, sum í Skopun, Funningsfirði og eisini í Skálafirði, kom í lag, tí at myndugleikarnir ynsktu tað. Ov langt var at ferðast millum bygda, og vanlukkurnar av ymsum orsøkum so mangar, at stig máttu takast fyri at vaksa um trygdina við einum geografiskum løgasteini millum tær. Bygdin í Skálafirði er løgd inn av hagapartinum Skálafjall, og fyrsti niðursetumaðurin var Knútur Pólsson av Skála. Hann er fyrsti persónur, sum er nevndur í Eysturoyar kirkjubók, í sambandi við at sonur hansara, Poul, varð skírdur í 1687. Ongin vissa er um tað, men roknast kann við, at Skálafjørður verður bygd um miðjan seytjandu aldar. Kristan Osvald Viderø sigur, at Knút fekk eina hálvmørk av kongi og loyvi til at leggja sær trøð inn, eins stóra og hann lysti.
Hin 20. september í 2021, kl. 21:15, fekk eg hendan postin inn á telduna: “Bygdarfólkið í Skálafirði hevur heitt á meg um at samskipa tiltakið Fjarðarok 2022, og fari tí at spyrja, um tú kanst halda røðu hin 18. juni 2022. Tað er um kvøldið.” Løtu seinri, kl. 22:55, svaraði eg soleiðis: ”Sjálvandi - um ikki okkurt heilt óvæntað kemur í vegin.” Seinastu ferð eg sá Georg eystan Á, umframt í sjónvarpssendingum, var ein dagin Aron, Georg, Tórvild, býarverkfrøðingurin og eg sjálvur vóru á einum fundi vegna Bygdarfelag Skálfirðinga um húsamálið. Tá var hann longu sjónliga viknaður, og stutt eftir rakti feigdin, og hann andaðist hin 29. mai í 2022. Hann átti teldupostin og fyrispurningin omanfyri. Ein stórur motorur í bygdini, sum fór alt ov tíðliga frá okkum. Tíbetur tók bygdin um endan, og fekk stevnuna á føtur aftur.
Politiskt gjørdist Skálabotnur, sum teir tá róptu bygdina, eitt vegamót. Fyrsta fólkatingsvalið í Føroyum, eftir at danska grundlógin avloysti kongaliga einaræðið, var í 1851, og einasti valstaðurin í Eysturoy var her í bygdini - í Skálafirði. Tá var bygdin lítil – sagt verður, at tað vóru tvey hús og fýra húski. Marin Sofía, dóttir hin nógv umrødda Olgar í Saltnesi, var vertur, tá hetta valið varð hildið. Amtmaðurin Dahlerup stóð fyri valinum. Prósturin á Nesi, Chr. Jørgensen, var uppstillaður, men hann hevði forfall og fekk sýslumannin Johan Weyhe at tala sína søk. Kendasti kandidaturin mundi tó vera Niels Winther. Eftir at menn høvdu talað seg hásar skuldi veljast.
Gingið var fram við einum lágum vindeyga, sum stóð upp á bak. Komnir framat glugganum skuldu veljararnir siga frá navni, aldri og bústaði. Olgar í Saltnesi er nú komin undir gluggan, og spurdur um hvønn hann ætlaði at velja, svaraði hann: “Vær veljum juristin!” Tá spann øði í amtmannin, og hann spurdi: “Hvilken jurist, der er flere jurister paa Færøerne?” “Niels Winther!” segði Olgar ramliga og gekk spakur og tigandi sín veg. Tá atkvøðurnar vóru taldar, var Niels Winther valdur. Hann varð eisini valdur á løgtingsvalinum í 1852. Heilt fram til 1902 var Skálafjørður einasti valstaður í Eysturoy. Í kommunalum høpi liggur bygdin eisini strategiskt væl fyri - onkustaðni miðskeiðis millum Førjaklettin og Tinghelluna.
Í dag búgva 139 fólk í Skálafirði. Ein bygd í støðugum vøkstri. Táið eg byrjaði í verandi starvi, 1. januar 2016, vóru tit 112 í tali. Apropos fjølskylda, so man eg vera í slekt við ein stóran part av bygdini – umvegis Guttastovu og Útiguttastovu í Syðrugøtu og forfedrar úr Nólsoy. Í mínum uppvøkstri í Syðrugøtu hoyrdi eg nógv um Skálabotn, sum tey róptu bygdina, og ein mynd, sum gjørdist gitin víða um lond, hon hekk eisini á bróstinum í Grógv, er hon av oldurommu míni Onnu Sofíu Petersen. Omma mín Suffía Gregersen var uppkallað eftir henni. Hon var úr Skálafirði gift til Gøtu.
Tá gjáarmaðurin Hans Marius Debes bjargaði bindingarmynstrunum í bókaútgávu í 1932, sum hann ognaði drotningini við orðunum “Hds. Majestæt Dronning Alexandrine allerærbødigst tilegnet”, tók hann eina mynd av Onnu Sofíu - oldurommuni. Arkitekturin Thomas Havning teknaði forsíðumyndina á hesi útgávuni eftir myndini hjá Debes, og seinri gjørdist Anna Sofía búmerkið hjá Tøtingarvirkinum, sum mammubeiggi mín Ólavur átti.
Systir Skræddar-Debes var gift Jákup Andriasi á Mýruni, sum var sonur Onnu Sofíu. Hon átti annars børnini Marsonnu, sum var gift við Langa Peturi Hans í Norðragøtu og Dánjal og Pól Kristoffur, ið var langabbi mín, - teir báðir gingu burtur á útróðri undir krígnum í 1944. Kann ætla at sambandið millum bygdirnar er íkomið av torvi og sild. Gøtufólk skóru torv Millum Fjarða, og sildin úr Skálafirði var hendinga gott agn.
Mamma mín minnist væl, at fólk úr Skálafirði komu til handils hjá abba mínum í Grógv – helst stimaðu tey út á Skipanes og gingu um Eiðið. Tað er annars óskiljandi í dag, men Viderø prestur skrivar t.d. um konu Hans Andriasar, sum var úr Gøtu, at hon var eitt konubrot. Hon bar sild til Oyndarfjarðar og Fuglafjarðar og havdi toskarhøvd í leypinum aftur við sær. Eyk tess gekk hon til Gøtu í fiskavinnu. So segði hann, natúran var fitnessrúmið hjá okkara forfedrum. Arbeiði og venjing gingu hond í hond – tá lunnarnir til vælferðarsamfelagið vórðu lagdir.
Í bókini “Útróður; 1845-1945” skrivar Robert Joensen um ein útróðrartúr við “Varpinum” í 1945. Teir fóru av Klakksvík inn á Skálafjørðin eftir agni. Inn í botnin. Hann tekur til: “Føgur liggur hendan lítla, hugnaliga bygd í summarnáttarkvirru, sum verður órógvað av motorunum, sum liggja og glinta við bryggjuna.” “Komnir inn í Skálabotnin liggja ikki færri enn sex motorbátar úr Klakksvík har og vænta sær agn til keyps. Klokkan er um 2 mánanáttina. Ein heil fjøld av útróðrarmonnum er komin saman í hesi lítlu bygd á Føroya besta sildafirði. Ei undur í, um útróðrarmenn lata orð falla um, hví so fáir útróðrarbátar eru á Skálafjørðinum, her sildin so at siga altíð er tøk.” Vit, á mínum aldri, minnast stórdriftina eftir sild, og spenningin, táið farið var at draga aftur.
Tá blanka silvurið úr fjarðarinnar djúpu námum kom um stokkin. Fjørðurin stóð so fullur av sild, at skyldmenninir úr Niðristovu, á Bakka, bygdu sær virki at taka ímóti og til tess at hagreiða hesa Guðs góðu gávu. Til stuttleika kann eg nevna, at Hanus Debes Joensen, gamli landslæknin, einaferð segði mær, tá eg var til kanningar í Hoydølum, at beinagrindirnar hjá børnunum við Skálafjørðin vóru burturúr væl fyri, - lýsinum úr sildini fyri at takka.
Fara vit upp í eitt fuglaperspektiv, sæst skjótt, hvaðan íbúgvarnir við landsins størsta og tryggasta fjørð fáa sína innløgu. Fá eru almennu arbeiðsplássini, og stóra fjøldin er í vinnu framvið sævarmálanum – við bryggjur og havnaløg.
Vinnuligir framherjar og ein dygg verkamannafjøld hava lyft fjørðin og oynna fram til at vera stóra plattformin fyri tjóðarinnar framleiðslu og útflutningi. Mett verður, at á leið tríggir fjórðingar av árliga exportinum koma úr Eysturoynni. Harvið hava politiskar avgerðir stóra ávirkan á grundarlagið fyri lívi og levnaði okkara.
Um nakrar dagar hevur ein samgonga sitið úti við flógvu heimastýrisradiatorarnar á Tinganeshelluni í eitt hálvt ár. Tá dirvið ikki stendur til at rudda upp í egnum húsi, stóra veljarafjøldin í dagligari eygsjón skal verjast, og inntøkur ikki standa mát við útreiðslur, debet og kredit eru komin í trol, verða inntøkur fyrilitarleyst skotnar niður, og roynt verður at javna við veiði- og tøkugjøldum, alt meðan útreiðslurnar eskalera við ongari stýring.
Kommunurnar, sum leggja infrastrukturin, sum gevur vinnuni grundleggjandi møguleikan, royna sum frægast at krøkja nakað aftur av tí mista, men hava annars onki ræði yvir tí, sum fyriferst í parlamentarisku bráðpannuni á Vaglinum.
Fyri júst einum mánaða síðan samtykti Føroya løgting at áseta nýggj tøkugjøld fyri alivinnuna. Nógv orðaskifti hevur verið um hetta mál. Serliga hevur verið víst á, at hetta fer at darva góðskingini (portiónsframleiðlsuni) hjá Bakkafrost, tá nýggju gjøldini bara taka hædd fyri Føroyum sum rávøruútflytara. Eitt felag skal fyrst og fremst virka eftir partafelagslógini, sum greitt tilskilar, at leiðsla og nevnd hava sum fremsta endamál at virka til frama fyri eigarar felagsins. Ein professionel fyritøka, sum Bakkafrost, fær í fyrstu atløgu ikki stórvegis trupulleikar av hesi løgligu áseting, kann eg ætla, so leingi spottmarknaðurin er ein fyrimunur hvat ið marknaðarprísi viðvíkur, men strategiskt fer ein stór supplerandi framkomin framleiðsla fyri bakka, sum í løtuni gevur rúm fyri 300 tryggum arbeiðsplássum.
Man situr eftir við einari kenslu av, at alt ov mong av teimum, sum nú sita fyri valdinum, ongantíð á ævini hava verið nær í námind av og sæð, hvussu virði verða skapt úr hondum og heilum. Mettan er øll, í drúgvum lívi, dottin sum manna av almennum himni millum varrarnar undir gómarnar, og skilið fyri tað mesta sogið úr bókum - á skúlabríkum - við øllum hugsandi kompliseraðum teoretiskum frymlum. Hinvegin, ynskir politiska valdið, núverandi samgonga, at vit skulu fara aftur til at agera sum eitt tilafturskomið triðja land, sum rávøruútflytari í exportinum, so fáa vit ikki gjørt so nógv annað enn bíða eftir, at onkur annar sleppur framat heimastýrisvaldinum.
Við verandi gongd fara vit ikki at bíða leingi, somikið sæst longu á øllum brøgdum. Konturarnir av valstríði hómast longu í politisku havsbrúnni, nú landsstýrismenn eru farnir at flagga við komandi konfliktum í etiskum virðum. Tað er neyvan av tilvild, at fosturtøkumálið nú so bráðliga gjørdist aktuelt aftur. Okkurt má gerast, nú veljarakanningar súgva megina úr tveimum av samgonguflokkunum.
Hitt málið er samtyktin í gjár, um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Í góðum putinskum stíli gav løgtingið einum landsstýrismanni treytaleyst vald. Fá mál eru so illa frágingin av einum landsstýri sum hetta, politiska handverkið burturav ússaligt, - líkamikið hvørja støðu vit annars hava til málið um at sanktionera mótvegis hinum krígsførandi Ruslandi.
Sjálvt vit, sum góðtaka at okkara egni suverenitetur liggur væl vardur inni á onkrari stjórnarskrivstovu í Keypmannahavn, kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein nationalstatur brýtur suverenitetin hjá einum øðrum nationalstati, í hesum førinum einum grannalandi. Ein ótespilig gerð, sum má steðgast. Tað er ikki minst ein moralskur og etiskur spurningur.
Moralska og etiska kumpassin hevur malið íkring fleiri ferðir í hesum málinum. Ósannindir og kákl – og uttanumtos. Valdu tey at fylgja moralsku og etisku kumpassini, tá tók løgtingið eina einvísa avgerð um at steðga øllum samstarvi við Rusland, - í stundini. Eisini samstarvið umvegis fiskiveiðisáttmálan frá 1977. Tá sótu ávikavíst 33 og 9 hvítvaskaðir politiskir einglar nú á Vaglinum og úti á helluni í Tinganesi. Men, tað er altíð eitt men, onkur egoistisk áhugamál máttu nú kortini lívgast á moralska/etiska bismaranum, annars helt samgongumeirilutin ikki fyri trýstinum. Hóast tað, at virðiligu málini eru høg, so skerst ikki burtur, at politikkur er borin uppi av kyniskum valdi. Niccolò Machiavelli hevur ikki livað til fánýtis, - og vit sita spyrjandi uppi yvir hálvpiðaðum sanktiónum.
Hvør ber so meginpartin av avleiðingunum av hesum politiska fløkjustampi valdsins? Jú, Eysturoyggin, sum at kalla onga politiska umboðan hevur, har ið avgerðirnar verða tiknar, og tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Valt er valt – og vit valdu umboðanina og ávirkanina frá okkum.
Mest, sum hevur nógv virksemi á Skála og í Runavík, væntar at missa ein góðan part av sínum virksemi, Runavíkar havn missir millum fjórðing og triðing av sínum inntøkum, proviantering, umvælingar og aðrar tænastuvinnur missa, hundraðtúsundtals litrar av orku sleppa at liggja goymdir í tangunum í Søldarfirði og framleiðslufeløgini, eitt nú í Fuglafirði, sum flyta uppsjóvarfisk til Ruslands, fara at kenna sviðan.
Landsstýrið væntar, at vit missa einar 400 milliónir krónur á hesi kontuni, og so at siga allur niðurskururin fellur Eysturoynni í lut. Vit falla ikki í fátt av hesum, langt frá tí, men synd er at siga, at hetta er eitt samhaldsfast býti, sum ein “ovursolidarisk” samgonga stendur á odda fyri.
Táið gistingarhúsini í høvuðsstaðnum, Essabarr, Sirkus Føroyar og aðrar drykkjustovur í sama býi í almenna rúminum staðfestu, at tær høvdu selt nakrar vælblandaðar sjussar færri enn áðrenn covid-19, stóðu tingmenn úr øllum flokkum ídnir oman á herðunum á hvørjum øðrum, fyri at kompensera fíggjarliga fyri manko´ina millum selda rúsin fyri og eftir heimsfarsóttina. Hjálparpakkar fyri vantandi kenningar í hópatali, - eftir at tárini á sjónvarpsskíggjanum sum salttirnur raktu teirra viðkvæmu samvitskur. Har var onki óført. 15 minuttir norðari liggur ein oyggj, sum stendur til at missa hundraðtals milliónir orsakað av politiskum átøkum, og nú hoyrist ikki eitt kis frá nøkrum, hvørki úr samgongu ella andstøðu.
Tað nýggjasta á fiskiveiðimótinum er annars, at Dennis Holm í kunngerð ætlar at taka makrelin frá trolarunum hjá flakavirkinum Faroe Origin í Runavík. Eitt veiðivirði á 10 milliónir krónur. Ongin hevði nú væntað annað enn hetta, at hann fór at lívga sínum góðu vinum við havsins svimjandi virðum, - men máti skal vera við ósmæðni.
Aftur í Skálafjørð. Bygdin gjørdist partur av samrunnari kommunu, tá Skála- og Runavíkar kommuna valdu at kasta saman. Tað hevur verið mær ein stórur heiður at vera borgarstjóri tykkara í skjótt 8 ár. Kann ætla, at tey flestu tykkara halda, at alt ov lítið er komið burturúr hesi árini, eri ikki ósamdur, men okkurt er kortini komið á skaftið, men nógv bíðar, og Rom var ikki bygdur eftir einum degi – kortini varð hann bygdur.
Bygdarfelag Skálfirðinga havi eg samskift nógv við hesi árini, og nú man tað ikki fara at vera leingi, til felagið fær felagshúsið upp at standa. Ein sáttmáli er eisini gjørdur við felagið um ávís arbeiði, m.a. at halda nýggju gøtuna oman eftir Oyruni, sum fer at geva teimum nakað av fæi til raksturin av felagnum. Stígur kom fyribils í útstykkingina, mest av tí, at tíðirnar av kendum orsøkum steðgaðu áhuganum fyri bygging í eina tíð. Kommunan lá inni við hópin av grundstykkjum og harvið deyðum kapitali, sum skal realiserast, áðrenn farið verður undir at útstykkja av nýggjum – og tá stendur eisini Skálafjørður fyri tørni. Vit fara at hoyrast um tað máli.
Landsvegurin omanfyri bygdina kom á breddan í mínari tíð sum løgtingsmaður, sum eitt sjálvsagt framhald av vegnum út á Strendur. Málið var fyrireikað og bjóðað út, har væntaðu nakrar krónur í játtan, men onkur, sum fekk meiri vald enn hann burdi, skræddi teppið undan verkætlanini í politiskari armóð. Vegurin eigur nú at koma á breddan aftur saman við tunlinum úr Gøtudali undir Valaknúkar. Tástani fæst mesta nyttan burturúr Eysturoyartunlinum.
Hósdagin í vikuni var dastið av fólkinum her í bygdini savnað í Rituvíkar kirkju. Karla Einarson (fødd Østerø) var borin úr kirkjuni út á leiði til æviga hvílu. Karla var hiðani - gift til Rituvíkar. Hon var ein megnarkvinna – eitt konubrot. Í heili 35 ár var hon forkvinna í arbeiðarafelagnum Hæddini, eitt av stóru fakfeløgunum í landinum, og hennara stálsetti myndugleiki og serliga yvirbrá hevði tað við sær, at hon loysti allar knútar soleiðis, at øll kendu seg væl í hennara nærveru.
Tað man ikki hava verið gamansleikur mangan at standa á odda fyri verkamannafjøldini, andstøðan, tey sum sita hinumegin stikið, er ikki hvør sum helst, og í 35 ár mega neistar hava verið tendraðir til mong bál, men hon hevði evnini og yvirskotið, sum skuldi til fyri at vera leiðari – oddviti – bæði táið tað rak við og ímóti. Hennara menniskjansligu eginleikar vóru ómetaliga væl lýstir, tá brøv vóru lisin upp í kirkjuni frá fosturbørnum, sum hon og Eiler tóku sær so sera væl av.
Ein kempa, sum bygdin eigur at minnast og vera errin av. Einaferð heitti Karla á meg um at halda eina 1. mai røðu á kaiøkinum í Runavík, hesaferð var tað Georg sum átti áheitanina – nú eru bæði farin um sýnuna.
Nú er tað ikki soleiðis, at skálfirðingar og eg eru samdir um alt, langt frá tí. Teir halda, sum rætt er, at alt gongur ov seint fyri seg, og vit, sum í eina fjórðingsøld hava virkað í politiskum lívi, vita, at ongin konvoy siglir skjótari enn aftasta skipið. Kortini dámar mær væl humorin hjá skálfirðingum, so høskiliga spískur, og hesin kóvboymentaliteturin, sum kemur á teir viðhvørt, tiltalar meg eisini, og minnir meg meg á allar kóvboyfilmarnar í Glyvra Bio.
Byrjaði við einari av fyrstu myndunum í mínum hugaheimi, einum springaradrápi í Skálafirði. Nú er bygdin gitin um allan heim – helst komin í Guinness metbókina - fyri størsta springaraslátrið í heimssøguni. Hon er aftur hvalvág – tað er týdningarmikið.
Í oynni og øllum bygdum hennara býr ein óvanlig orkukelda. Tað prógva allir parametrar. Onkuntíð hakar í, eisini av politiskum orsøkum, men nú Pep Guardiola vann tríeindina í knattspyrnu um dagarnar, segði onkur frá hansara vanlukkuligu byrjan sum venjari í Barcelona. Legendan Johan Cruyff, sum kollvelti fótbóltsspælið bæði sum leikari og venjari, er hansara fyrimynd í øllum lutum. Tað gekk av skriðuni, ta fyrstu tíðina hann var venjari hjá katalonska stórfelagnum.
Hann hevði besta hugin at stinga í sekkin, og ein dagin hann sat einsamallur í skiftingarrúminum, við høvdinum djúpt í lógvunum, stakk Andrés Iniesta høvdið inn um og segði bara: “Vamos de puta madra!” “Vit buka teir allar í ár.” Tá vendi, og Barcelona vann tríeindina – meistaraheitið, steypakappingina og Champions League – hetta sama árið við Pep Guardiola sum venjara.
Heiðurin fyri at lata mær hendan pallin í dag eiga tit skálfirðingar. Takk fyri tað - mátti byrurin verið tykkum blíður í ókomnum døgum.
tórbjørn jacobsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo