Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tá Ruth Vang, fíggjamálaráðfrú, legði rokniskapin fyri 2023 fram, sum vísti eitt undirskot á góðar 400 milliónir, vóru tað fleiri, sum ógvaðust við.

At Føroyar í bestu fíggjarligu tíðum, hvat framleiðslu og inntøkum viðvíkur, ikki hava eitt trivaligt yvirskot, men í staðin eitt undirskot á 400 milliónir, man vera met í politiskum dugnaloysi.

Hóast tað, hoyrdist einki aftur um met undirskotið hjá samgonguni. Tað er larmandi tøgn, bæði í politisku skipanini og í fjølmiðlunum.

Ein kundi trúð, at manglandi fíggjarliga stýringin fekk hægstu raðfesting, men politiska skipanin, Løgting og landsstýrið, hava stórt sæð verið í feriu síðan roknskapurin var framlagdur.

Tað er heldur einki sum bendir á, at løgmaður og landsstýrisfólkini taka støðuna í álvara. Tosað verður um lítið týðandi og óvikomandi mál, í staðin fyri at venda vánaligu gongdini.

Fíggjarliga støðan við ógvusliga undirskotinum broytist ikki til tað betra, við at tiga málið burtur ella royna at flyta fokus.

Landsstýrisfólkini liva og látast, sum um alt stendur væl til.

Tey, sum hava tilknýti til flogvøllin, síggja dagliga landsstýrisfólk, við fylgi, ferðast uttanlands til sosial tiltøk, uppá landsins besta.

Eingi úrslit spyrjast burturúr, bert tómt tos.

Seinastu dagarnar eru flestu landsstýrisfólkini, við løgmanni á odda, til hugnaliga samveru í Danmark.

Tað er ikki tí, at tey ikki hava havt høvið at tosa saman. Vit síggja dagliga myndir av landsstýrisfólkunum og teirra starvsfeløgum, m.a. úr Danmark.

Hetta kann ikki tulkast øðrvísi, enn at samgongan roynir at flíggja frá fíggjarliga óskilinum.

Hvat skal løgmaður gera við WTO-limaskap, tá Føroyar eru farnar á heysin.

Vit høvdu væntað, at allar óvikomandi uttanlandsferðir/tiltøk vóru avlýst, meðan samgongan av øllum alvi royndi at venda katastrofalu støðuni.

Undirskotið veksur við milliónum hvønn dag sum gongur.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo